Rowling skal vitna

Heimskendi bretski rithøvundurin J.K. Rowling hevur fingið boð um at vitna í sambandi við, at ein serlig nevnd kannar, hvussu bretskir fjølmiðlar hava fingið fatur á ymsum tíðindum. Kanningin er ein beinleiðis avleiðing av málinum um telefonlurtingina hjá sunnudagsblaðnum News of the World.

Millum teir 46 einstaklingarnar, sum hava fingið boð um at vitna, eru foreldrini hjá teirri horvnu Madeleine McCann og filmsleikarin Hugh Grant. Onnur kend nøvn á listanum eru fyrrverandi Formel 1-stjórnin Max Mosley og fyrrverandi fótbóltsspælarin Paul Gascoigne.