Á Støðlafjalli: Tað sær ikki so bratt út, men tað er kortini ein fittur gongutúrur, um ein avgerð at ganga av Gøtueiði og niðan á Støðlafjall.
Fleiri hava roynt henda túrin, men tá hevur viðførið ikki verið av slíkum slagi sum seinasta fríggjadag.
Tá skuldu nevniliga Petur Jacobsen og sonurin, Jan enn einaferð niðan á hetta fjallið, ið er omanfyri 500 metrar høgt. Men hesaferð var viðførið av slíkum slagi, at ein ikki vil sleppa undan at bera tað so langt.
Talan var um sendiútgerð, káplar, partar av eini antennu og onnur amboð, ið tveir so tøkniliga kønir menn sum teir báðir hava fyri neyðini, tá eitt slíkt arbeiði skal gerast. Fyri at lætta um hjá teimum var tyrlan boðsend til endamálið. Bæði útgerð, amboð og fólk skuldu flytast av tyrlupallinum í Klaksvík og niðan á Støðlafjall.
Tyrlan skuldi fara haðani stundisliga kl. 12:11, fyri at tað ikki skuldi ganga út yvir ferðaætlanina restina av hesum degnum. Flúgvast skuldi beinleiðis á fjallatoppin, og eftir stuttan steðg aftur til Klaksvíkar við teirri slitnu útgerðini.
Tað ráddi bert um hjá teimum báðum R2-monnunum og umboðunum fyri tíðindatænastuna at vera til reiðar hesa løtuna. Her var eingin tíð at spilla!
Gera stóran skaða
Stjórin í R2 Net, Petur Jacobsen hevur bert eitt ynski: At lurtararnir hjá Rás 2 skulu hoyra allar sendingarnar altíð.
Kring landið hava teir fleiri sendistøðir, sum hava til endamáls at tryggja hetta. Í løtuni er hetta gjørligt í øllum landinum, tó eru ávís støð í ávísum bygdum, har tað ikki hoyrist, millum annað í Tjørnuvík.
Á Støðlafjalli stendur ein týðandi sendari, um ein kann siga tað so. Og tá trupulleikar eru við hesum sendaranum, so rakar tað eisini fleiri av hinum. Soleiðis var støðan fram til henda fríggjadagin.
Trupulleikarnir á sendistøðini hjá R2 Net heruppi í 510 metrar hædd, byrjaðu fyri eini trimum mánaðum síðani. Teir hava síðani roynt at funnið feilin, og hava eisini gjørt tað fleiri ferðir. Men tað vísti seg, at feilurin kom aftur líka so skjótt, uttan at teir funnu útav hví so var.
- Men umsíðir funnu vit so fram til, at tað vóru rottur sum høvdu spælt okkum eitt puss. Tær høvdu simpelthen gnagað seg upp gjøgnum gólvið, og hava havt til fragd at gnaga í káplunum, soleiðis at lítið og einki signal fekst ígjøgnum.
- Nú tóku vit bara avgerð um at gera alt í standa aftur, og skifta bæði antennuskipan, káplar og sendara út. Nú skuldi alt verið í lagi, greiðir Petur frá til Sosialin.
Mjørki og kaffi
Klokkan var ikki meiri enn fimm minuttir yvir tólv, tá tyrlan hoyrdist koma inn eftir Borðoyarvík. Teir hjá Atlantsflogi hava tað við at vera stundisligir.
Hjá okkum í landi var einki annað at gera enn at fáa menn og útgerð niðan móti tyrlupallinum, soleiðis at vit ikki seinka ferðaætlanini hjá tyrluni. Við hjálpsemi ber so nógv til.
Tyrlan lendir og vit gera okkum klár at fara umborð. – Men nei, sigur flogskiparin Anfinn. – Vit kunnu ikki fara avstað beint nú. Mjørki er á Støðlafjalli!
Ætlanin hjá Sosialinum og Rás 2 var annars at gera eitt beinleiðis innslag til tíðindasendingina á middegi frá hægsta staði á Støðlafjalli, men tað fór so ikki í luftina tá, tí veðurgudarnir spældu okkum eitt puss.
Blíðskapinum hjá flogskiparum og avgreiðslumanninum í Klaksvík, Aksel Zachariasen bilti einki. – Kom, vit fara oman í húsið at fáa okkum ein kaffimunn, meðan vit bíða eftir betri líkindum, sigur Anfinn.
Ein slíkan kaldan dag í mars mánaði kemur ein kaffimunnur altíð væl við. Meðan heita kaffið frá Akseli fer niðurum, hyggja vit eftir vevmyndum av tyrlupallum kring landið, samstundis sum Petur roynir at fáa fatur á fólki á Skála fyri at kanna líkindini á Støðlafjalli.
- Ja, nú er púra klárt á Støðlafjalli, siga tey. Og enntá sól, sigur Petur við brosi á kinn.
Menn seta kaffikopparnar frá sær. Nú er at brúka lagaligu løtuna, og kvika sær niðan á. Nakrar fáar minuttir seinni eru vit á flogi.
Tivandi prát
Niðankomnir á Støðlafjall hevur sólin kortini hug at kámast eitt sindur og mjørkin sæst nærkast, men hetta forðar kortini ikki tyrluflogskiparunum at seta seg trygt á kavaklædda vøllin her uppi í 510 metrar hædd.
Teir gera skjótt av: Meðan motorurin framvegis gongur, verða útgerð og amboð hjá R2 Net tikin í land, og Petur og Jan fara gangandi við skundi við øllum á hesum á baki, teir umleið 100 metrarnar til teirra R2 hús.
Tungt er at bera og undirlagið er bleytt, men einar fimm minuttir seinni er tann nýggja útgerðin komin til húsini og tann gamla er komin umborð aftur á tyrluna.
Tíðindamaðurin frá Sosialinum og Rás2 fær stundir til eitt lítið og tivandi prát við Petur Jacobsen, áðrenn tyrlumotorurin byrjar at ganga so hart og týðiligt, at her er eingin ivi um, at Anfinn & Co ætla sær á flog aftur. Ein møguleiki var at ganga oman aftur á Gøtueiði, men hesin møguleikin at síggja Eysturoy og Norðoyggjar úr luftini einaferð enn, verður ikki kastaður soleiðis aftur við borðinum.
Myndamaðurin hjá Sosialinum, Ólavur hevur sett seg væl fyri uttast við vindeygað. Hann vil hava nakrar góðar landslagsmyndir – helst vildi hann tikið tær gjøgnum opnar dyr, men tað er ikki lógligt, fær hann at vita. So tað verður gjøgnum vindeyguni.
Tað mundi kortini ikki bilað tað stóra, um ein skal ganga eftir myndafrásøgnini sum um vikuskiftið varð løgd út á Portalin og tær myndirnar sum eru at síggja á hesi síðuni.
Jú, Føroyar eru eisini vakrar úr luftini!