Rottan er størsta hóttanin

Rottan, sigling fram við landi og gongd í haganum eru millum størstu hóttanir móti fugli í Nólsoy, Mykines og Skúgvi.

 

Tað verður staðfest, nú arbeiðið í Ramsar-nevndunum síðstu tvey árini er liðugt, og farið verður víðari við ítøkiliga arbeiðinum, ið skal minka um tær hóttanir, ið eru.

 

- Felags fyri allar tríggjar ætlanir er, at rottan verður sædd sum størsta hóttanin móti fugli í oyggjunum, sigur Maria Gunnleivsdóttir Hansen, umhvørvisráðgevi á Umhvørvisstovuni.

Ramsar-ætlanirnar fyri Nólsoy, Mykines og Skúgvi eru at meta sum tilmæli til allar viðkomandi partar, sum hava ábyrgd av og heimild til at taka stig, fyri at tryggja økini sum Ramsar-øki, tað er fólkið í oyggjunum, viðkomandi kommunur og landsmyndugleikar.

 

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Mariu Gunnleivsdóttir Hansen.