Rotta legði á pinkubarn

Seinasta fríggjadag legði ein rotta á eitt tríggjar mánaðar gamaalt barn, sum lá og svav í einum barnavogni í Aabenraa Kommunu. Rottan kleiv upp í barnavognin, sum ikki hevði verjunet, og legði á ta lítlu gentuna.

TV2 veit at siga, at gentan fekk sár við nøsina, og at yvirvørrin hovnaði. Gentan varð alt fyri eitt flutt til lækna, har hon fekk antibiotika og eina sproytu ímóti stívkrampa.

Felagið, sum hevur abyrgdina av at beina fyri rottum í Aabenraa Kommunu, váttar fyri TV2, at tey fingu eina fráboðan fríggjamorgunin um, at ein rotta hevði gjørt seg inn á eitt barn, sum lá í barnavogni.