Rotið páskaegg

Umafturafturum við Høgna Djurhuus

“Dar var lissom nogen dar døde!” segði unga gentan i smyrjibreyðsstovuni í Keypmannahavn og setti breyðflísar við rokaðum viðskera og øl og snaps (en fornuftig, sum teir stóru snapsarnir eita á slíkum støðum) á grannaborðið hjá okkara borði.

Langi fríggjadagur var, og norska konan við middagskenning spurdi, hví øll flaggaðu í hálvari stong.

Sum sagt, tað var líkasum onkur, sum doyði. Jú, men skál fyri tí.

Jú, har var ein sum doyði, avrættaður á ein sera ófantaligan, men súmbolskan hátt kortini. Nakrar dagar seinni var líkið horvið. Hetta var fyri 1977 árum síðani. Kirkjan var skjót at tiltuska sær eisini hesa hending.

Kirkjan er harðrend og vil sleppa at hátíðarhalda ein deyðadóm og eina avrætting og eitt líkhvørving, ikki líkrán.

Nei, siga tey lærdu, líkið hvarv ikki. Tað livnaði við aftur og fór aftur í umferð. Hann er risin, sum tey siga páskamorgun. Hetta er ikki eiti á søga, har sum maður, sum eru so væl og virðiliga avrættað, rakna við aftur og í staðin fyri at hevna seg so ruddiliga setur sær fyri at frelsa alla mannaættina. Eitt ævintýr, sum endar lukkuliga, og tað eiga ævintýr at gera. Hetta ævintýrið er tó uttan prinsessuna og hálva kongsríkið.

Í Føroyum seta vit sjálvandi ikki spurnartekin við páskaævintýrið. Eingin spyr um tann æviga sannleikan. Her kjakast vit heldur um, hvat kyn hátíðin er, tær páskirnar ella tey páskini, á sama hátt sum afturvendandi spurningurin er, um jólini eru í eintali ella fleirtali.

Tey flestu siga og skriva tað skeiva, tí hvar skulu tey læra tað rætta? Í skúlanum, ókey.

Har fóru so páskirnar fyri í ár.

Eins og jólini eru páskirnar eisini ein stór hátíð hjá øðrum enn teimum, sum fagna, at hann er risini. Handilsfólk hava eisini jóladagar á páskum. Páskirnar eru eitt gott brand, selja væl. Páskaegg úr vánaligari sjokulátu, páskabryggj, páskaferðir, páskaliljur, páskahetta og páskahatta.

Men lívið er ov stutt til allar hasar halgidagarnar, tá fólk hvørki tora at arbeiða ella synda av ótta fyri at verða grillað í helviti, tá tann dagurin kemur. Halgidagslógin er ikki 1977 ára gomul, men tað er líka við.

Í staðin fyri allar hasar keðiligu halgidagarnar, tá alt er stongt og forboðið og forbiðið, áttu vit at fingið tríggjar vikur summarfrí at brúka, tá vit hava brúk fyri tí og ikki eftir harraboðum frá kirkjuni. So samfelagið ikki fer í koma í eina viku á páskum og tvær á jólum

Hevði so pávin, tá hann páskadag talaði niður til fólkið, biðið um umbering fyri allar sínar barnalokkarar og lýst teir í bann, var okkurt at minnast afturá. Men tað gjørdi hann sjálvandi ikki. Kirkjan biður ikki um umbering. Hon er hevjað yvir tað.

Fyrr hildu tey jól fyri at fagna ljósinum, sum kom aftur – á páskum. Og tey hildu páskir fyri at fagna várinum, sum kom aftur – ein ársfjórðing seinni.

Nei, koyrið allar hasar forbannaðu halgidagarnar til helvitis, har sum teir hoyra heima.

Gevið okkum reyðan 1.mai í staðin fyri leygardagin reyða.