Rossi: tað var torført

Italski-amerikanski, Giuseppe Rossi, sum spælir við spanska liðnum, Villareal viðgekk aftaná dystin millum Føroyar og Italia, at tað var ikki lætt at greiða uppgávuna ímóti Føroyum. - Vit fóru sjálvandi inn á vøllin, fyri at vinna dystin. Men tað gjørdist ein torfør uppgáva. Føroyingarnar gjørdu tað torført fyri okkum, og føroyska liðið spældi veruliga væl. Vit royndu at fáa tað næsta málið, og høvdu eisini møguleikar til tað. Men vit vóru eisini hepnir, tí føroyingar raktu stongina tvær ferðir, segði Giuseppe Rossi í einari skjótari viðmerking til føroysk miðlafólk, áðrenn hann fór við bussinum vestur í Vágar.