Dánjal Højgaard
---
– Stormur, kom, kom.
21-ára gamla Signa Joensen ger hetta eyðkenda klikk-ljóðið við tunguni, sum rossafólk ofta nýta, tá ið tey kalla á rossini ella vilja skunda undir tey.
– Kom, kom, Stormur, rópar hon og klikkir við tunguni. Í hondini hevur hon ein gráan posa við turrum hoyggi.
Langt uppi í brekkuni uppi undir bøgørðunum oman fyri Kaldbakskamb ganga fimm ross. Tá tey hoyra rópini og klikkini og síggja gentuna við tí gráa posanum, koma tey spakuliga omaneftir.
Á odda gongur greðingurin Stormur.
– Tað er hann, sum heldur saman upp á fylgið. Soleiðis skal tað vera, staðfestir Signa, tá ið rossini eru koman oman á vegin og fáa sær av hoynum, sum Signa hevur stroytt út á vegin.
Stormur vísir initiativ
Vit eru stødd á trøðni eystan fyri bóndagarðin á Signabø, eysturmóti gomlu hvalastøðini Sperm. Eitt stórt øki, sum í summar er karmur um royndirnar at nøra um føroyska rossastovnin.
Krumtappurin í eksperimentinum á staðnum er Stormur. Ein fýra ára gamal greðingur, sum er folaður og uppvaksin her á garðinum á Signabø, sum hevur hoyrt til ættina hjá Signu og teimum í fleiri ættlarlið.
Fyri tveimum vikum síðani fekk Stormur vitjan av fýra ryssum, sum eru komnar ymsastaðni úr landinum.
Her eru tær eldur damurnar, 29 ára gamla Blanka úr Syðrugøtu og 26 ára gamla Lyngheiða úr Sandavági. Og so tær yngru, 13 ára gamla Luna úr Sumba og 6 ára gamla Chanel við eigara í Skopun.
Signa kundi skjótt staðfesta, at hennara Stormur var ógvuliga fegin um vitjanina. Tað gekk ikki long tíð so sprakk hann á ta yngstu, og í dag heldur Signa, at hann hevur verið saman við øllum ryssunum. Uttan kanska teirri elstu, Blanku.
Greðingin vísir initiativ. Ryssurnar ganga á rið. Tað vil siga at tær eru klárar til paring.
– Stormur er pápi at einum fyli, sum kom fyrr í juni. So vit vita ið hvussu so er, at hann virkar, brosar Signa, sum er sjónliga errin av sínum myrkabrúna gangara.
Spenningur um ryssurnar
Stóri spenningurin er hinvegin knýttur at, hvussu tær fremmandi ryssurnar fara at kvidnast. Hvussu tær verða gitnar, og fáa fostur, ið er lívført.
– Eg hevði verið glað um tær ungu, Chanel og Luna, høvdu blivið kvidnar. Lyngheiða og Stormur høvdu eisini givið eitt flott fyl. Lyngheiða er ein flott og góð ryssa, við góðum sinni og gott reiðross. Og tað er Stormur eisini. So tað kann bara blíva gott.
Men avbjóðingin er stór.
Kanningar hava staðfest, at ryssurnar kunnu hava bakteriur í lívmóðurini, sum gera, at tær ikki kvidnast. Ryssurnar, sum hava havt trupulleikarnar við at kvidnast, eru tískil allar kannaðar og viðgjørdar á Búnaðarstovuni.
Tær báðar eldru, Blanka og Lyngheiða, hava havt fyl, men hava ikki viljað kvidnast í seinastuni. Luna hevur onki avkom fingið enn, hóast hon hevur verið hjá fleiri greðingum. Og Chanel hevur heldur einki fyl fingið enn. Hon bleiv tó kviðin seinasta summar, men kastaði burtur í vetur.
– Tað allabesta hevði verið, at allar ryssurnar blivu kvidnar, men tað er eitt sindur optimistiskt. Fleiri av hesum ryssunum hava havt hesar bakteriurnar í lívmóðurini leingi, so vit vita ikki hvat, ið kann hava gjørt varandi mein. Men um onkur av hesum viðgjørdu ryssunum høvdu blivið kvidnar so hevði tað verið fantastiskt.
Spenningurin er stórur á Signabø.
Eating Love
– Nei, beint nú er hetta er ikki Sommer of Love. Meira Eating Love.
Í einum gerði oman fyri Syðrugøtu stendur Irdi Petersen og gevur trimum rossum hoyggj.
Hetta er ein leigutrøð, umleið 1300 fermetrar til víddar, sum Irdi og familja hennara í Syðrugøtu hava um hendi, og sum nú er við í tiltakinum Summer of Love.
Men Irdi er ikki heilt álvulig við støðuna.
14 dagar eftir at rossini komu inn á trøðna eru framvegis eingi tekin til, at kærleikin er farin at blóma í gerðinum
Heldur tvørturímóti.
Tann 3 ára gamli greðingurin Lobo, sum er komin alla leiðina úr Vági til tess at vera við til at føra ættina av føroyskum rossum víðari, sleppur ikki at gera sítt arbeiði.
19 ára gamla Álvan, sum hevur gingið við vakstrarhúsið við Gomlurætt og 14 ára gamla Brynja, sum er komin av Argjum, vilja ikki vita av honum.
– Tað hevur gingið eitt sindur harðliga fyri seg, men vit hava ikki sæð hann lopið á nakrari av ryssunum, sigur Irdi, meðan hon eygleiðir rossini, sum vísa størri áhuga fyri hoynum enn hvørjum øðrum.
Prrrrrr, prutla tey við múlanum og gneggja. Viðhvørt sparka tey frá sær. Ella bíta. Og tað er greðingurin úr Vági, sum fær tey flestu høggini.
– Brynja hevur verið eitt sindur ill í sær. Hon hevur roynt at vart Álvuna frá greðinginum, so vit mátti taka hana út úr økinum nakrar dagar. Lobo er so nýggjur í fakinum og skuldi líka sleppa at royna seg. Hann er bara trý ár og hetta er fyrstu ferð at hann er hjá ryssu og hann hevur einki avkom, so frægt vit vita, greiðir Irdi frá.
Ross hava sítt hierarki. Fyribils er tað tann yngra ryssan, Brynja, sum ræður. Og tað er einki serligt fyri summarprojektið hjá felagnum Føroyska Rossið.
Stolt av rossinum
Irdi er hjálparfólk í tiltakinum Summer of Love og føroysk ross hava havt fast pláss í hennara lívi tey seinastu 20 árini. Hon hevur eina ryssu gangandi á einum stykki í Norðragøtu, sum skal fola í næstum.
Við nýggja fylinum kemur føroyski rossastovnurin upp á 70 dýr. Stovnurin førkar seg harvið enn enn ein stig burtur frá vandaleið. Frá at doyggja út.
Alingin av føroyska rossinum og tilvitanin um rossið hava alstóran týdning, heldur Irdi:
– Rossið er ein partur av tí, sum eyðkennir okkum sum fólk. Hvat hava vit í Føroyum, sum vit kunnu vera stolt av? Rossið hevur verið her í langar tíðir, og á sama hátt sum onnur eru stolt av at hava eina pandabjørn, so áttu vit at verið stolt av, at vit eiga eitt serligt føroyskt ross. Og tað eru færri føroysk ross til enn pandabjarnir.
Bera føroyingar seg rætt at kunnu rossini blíva ein útflutningsvøra á sama hátt sum tey íslendsku og hetlendsku rossini, heldur gøtukonan og hyggur yvir á tey lágvaksnu og sterku rossini, sum eftir hennara tykki minna ikki sørt um fólki, sum býr í hesum landi:
– Rossini eru ymisk. Eg hevði t.d. tvær ryssur, har onnur var øgiliga góð og sum eg kundi stýra bara við orðum. Nýttist ikki teymar. Hin var meira bestemt, meira uppfarandi, men fín at ríða á. Rossini kunnu kanska vera eitt sindur tvør viðhvørt, so at tú ikki fært tey av fetanum. Men fært tú tey ikki at ganga fram, so fært tú tey ofta at ganga ein annan veg. Í so máta eru tey slett ikki ólík okkum føroyingum, sigur hon við einum skálkabrosi.
Í gerðinum bítur Brynja aftur frá sær.
– Her er tað ryssan sum bestemmar. Tað er ikki í ordan, staðfestir Irdi, sum heldur, at tann bragdliga Brynja helst hevur brúk fyri einum eldri og ráðiligari maka við størri sjálvsáliti enn Lobo:
– Hann er for óroyndur. Hon vil helst hava ein ordiligan mann. Hon skal ið hvussu so er hava ein, sum dugir at seta seg í respekt, heldur gøtukonan fyri.
Stormur springur
– Nú smikrar hann.
Á trøðni á Signabø er tað við at gerast meira lívligt á bønum.
Rossini eru farin at mettast av hoynum, sum Signa hevur borið teimum, og matarlysturin verður nú avloystur av øðrum lystum.
Vaksandi limurin vísir, at gessur er komin á Storm. Luna, sum er komin á rið, svarar aftur við at vendir gumpin móti greðinginum. Paringin kann byrja.
Tað er Summer of Love.
Signa flennir.
Eitt stig afturat í royndini at bjarga føroyska rossastovninum, er tikið í sirminum á Signabø.
Sjálv fekk hon sítt fyrsta føroyska ross í 10 ára føðingardagsgávu. 11 ár seinni kennir hon tað sum eina skyldu, at vera við í arbeiðnum at varðveita rossastovnin.
– Tað er nakað serligt, at vit hava eitt serføroyskt ross og tað hevði verið synd um rossið skuldi doyð út. Vit føroyingar hava verið øgiliga raskir at útrudda sovorðið, sum er serføroysk. Vit mugu royna at hava okkurt eftir.
Hon strýkur Stormi eftir faksinum. Í dag eiga hon og familjan á Signabø fimm ross av føroyska slagnum, og 6. juli kom fylið Meldur afturat. Triðja ættarliðið av føroyskum rossum á garðinum.
Fyri Signu eru føroysku rossini heilt serlig.
– Tey er so lítil, men kortini so krútsterk. Tey eru viljasterk, góða at ríða á og løtt at arbeiða við, sigur hon, og er ósamd við teimum, sum siga, at rossini eru treisk og ring at venja.
– Tey fyrstu rossini, eg hevði, blivu ikki ordiliga riðin til og kunnu gumpa nakað illa. Men vit vóru so ung tá. Tað er øðrvísi við teimum seinnu rossunum. Nú veit eg eitt sindur meira um ross og havi m.a. verið í Íslandi og lært um ross. Arbeiðir mann ordiliga við teimum, so verða tey ordiliga góð ross. Um tú ert um tey og handfer tey regluliga, so verða tey spøk sum onnur ross, vissar hon um.
Signa vónar, at kanningarnar og viðgerðin, sum djóralæknin Jórun Sumberg-Olsen hevur gjørt saman við Búnaðarstovuni í summar kann blíva eitt gjøgnumbrot fyri alingina av føroyska rossinum.
– Hvør ár er hava umleið helvtin av ryssunum, sum eru farnar til greðing fingið fyl, ella minni enn tað. Um vit nú fáa hina helvtina við eisini, so hevði tað gingið nógv skjótari at fingið stovn-in á føtur aftur.
Kærleiki og innannøring
Á gerðinum omanfyri Syðrugøtu gongur tað ikki fyri seið.
Kynsliga javnvágin er skeiklað. Greðingurin Lobo verður ikki tikin fyri fult.
Komandi vikuskifti er G!festivalur í Syðrugøtu, har ætlanin at varpa ljós á tey føroysku rossini, sum ganga oman fyri bygdina. Men fyribils er paringin uppi í bønum sett á standby.
Irdi Petersen forklárar, at ryssurnar ganga á rið – ganga í illum – í einar 2-4 dagar í senn. Tá venda tær gumpin móti greðinginum. Halin fer til viks. Tær útskilja lukt. Vætu. Vanliga ganga tríggjar vikur ímillum. Ganga fleiri ryssur saman, ganga tær ofta í takt á rið.
Irdi og hinir alararnir vita, at ein serlig avbjóðing er vandin fyri innannøring. Av tí at stovnurin byggir á nøkur fá ross, eru øll rossini skyld. Hetta eru alararnir tilvitaðir um.
– Mann byrjaði við einum greðingi og trimum ryssum, so sjálvandi er tað innannøring. Men stovnurin hevur førka seg, greiðir gøtukonan frá meðan hon eygleiðir rossini á gerðinum.
Royndir aðrastaðni hava víst, at tað ber til at endurreisa rossastovnar, har tað bert vóru nøkur fá dýr eftir. Sum dømi vísa alararnir á frísarossið og gotlandsrossið, sum næstan vóru týnd, men sum í dag eru væl fyri.
Arbeitt verður út frá einum sokallaðum innannøringar-prosenti, har ansa verður eftir, at ryssur og greðingar, sum eru nær skyld, ikki vera parað.
– Mann roynir at velja ross, sum eru so langt frá hvørjum øðrum í ætt sum møguligt fyri at sleppa undan innannøring. Tað ber til tí at øll rossini hava ættartalvur, har tað ber til at fylgja ættlarlinjuni, sigur Irdi. og greiðir frá, at næsta stigið verður at gera eina almenna ættartalvu yvir tey føroysku rossini, sum fylgja rossunum, tá tey vera avhendað.
Eins og gjørt verður í Íslandi.
Irdi Petersen hyggur ivingarsom yvir á rossafylgið, har greðingurin Lobo eltir ryssurnar, men fyribils bert hevur fingið bit og spørk.
Summarið er paringartíð hjá rossum, og tað skuldi helst sæst aftur í fleiri fylum um 11 mánaðir, sum er viðgongutíðin hjá ryssu.
– Spyr aftur um 11 mánaðir. Eg hopi sjálvandi at hetta ber frukt, at mann fær hesar ryssurnar í sving. Riggar tað ikki við hesum greðinginum, so mugu vit royna við einum øðrum. Um hann ikki sleppur til næstu ferð, so mugu vit helst taka Brynju frá og lata hana koma til ein annan greðing. So kanska endar hon hjá Stormi á Signabø. Hann hevur roynt tað fyrr og veit hvat tað snýr seg um. Er tað ikki soleiðis tær flestu kvinnurnar vilja hava tað, spyr Irdi skemtandi.
---
Summer of Love
Summer of Love er heitið á tiltaki, sum skal seta ferð á alingina av føroyska rossinum og skapa tilvitan millum fólk um rossið. Tað er Felagið Føroysk Ross skipar fyri.
Føroyski rossastovnurin, sum var um at doyggja út, telur í dag 69 dýr. Hildið verður, at stovnurin helst skal koma upp á minst 200 alidýr fyri at vera nøkunlunda tryggur.
14 ryssur og fýra greðingar eru við í átakinum, sum fer fram undir neyvum fakligum eftirliti á fýra økjum – í Syðrugøtu og Norðragøtu og á Kambsdali og Signabø.
Aling af føroysk rossum er farin fram líka síðani 60-ini.
Umframt aliarbeiðið, sum fer fram í felagnum Føroysk Ross, skipa einstaklingar eisini fyri serstakari aliverkætlan í Suðurstreymi.
------
Bruni darvar alingini
14 ryssur og fýra greðingar eru við í átakinum Summer of Love.
Átta av ryssunum hava havt trupulleikar at blíva kvidnar orsaka av bruna/bakterium í lívmóðurini. Harafturat hevði ein kasta burtur og var ikki sloppin av við alt fostrið.
Hesar nýggju ryssurnar vóru kannaðar og viðgjørdar fyri bakteriur/bruna á Búnaðarstovuni í juni. Tað var Jórun Sumberg Olsen, djóralækni og nevndarlimum í Felagnum Føroysk Ross, sum stóð fyri kanningunum.
Funnu bakteriur
Djóralæknin hevur nevniliga gjøgnum fleiri ár lagt til merkis, at eitt stórt tal av føroysku ryssunum ikki kvidnaðust, hóast tær høvdu gingið saman við greðingi í longri tíð. Onkur ryssa hevði verið ófruktbær í samfull 14 ár.
Aðrastaðni er siðvenja, at ryssur verða kannaðar fyri bruna í lívmóðurni áðrenn tær fara til greðing.
Hetta verður bæði gjørt fyri at ryssan skal kunna kvidnast, men eisini fyri at greðingurin ikki skal bera smittu frá eini ryssu til aðra.
Tískil var í ár farið at kanna um ryssurnar hava bakteriur í lívmóðurini, sum gera at tær ikki kvidnast. Og kanningarnar staðfestu bakteriuvøkstur.
Ryssurnar vóru tí viðgjørdar, tí uttan slíka viðgerð kundu tær ikki blíva kvidnar.
Nú eru allar ryssurnar farnar til greðing og fyri at stimbra tær eru fleiri ryssur saman við einum greðingini.
Tá ryssur og greðingur soleiðis ganga saman á einum stykki ber til at eygleiða rossini og síggja nær tær eru á riði og um greðingurin ger sítt arbeiði, sigur Jórun Sumberg-Olsen, sum leggur dent á, at eftirlitið hevur altavgerðandi týdning fyri ali arbeiði.
-----
Føroyska rossið
Ross hava verið í Føroyum í øldir. Fleiri keldur, m.a. J. C. Svabo og Lucas Debes, siga frá einum rossaslagi, sum er sterkt, harðbalið og fótafimt.
Fyri 200 árum síðani vóru eini 800 ross í Føroyum. Tey gingu í haganum og vóru bæði nýtt til arbeiði og ríðing.
Í seinnu helvt av 1800-talinum vóru nógv av teimum bestu rossunum útflutt til Bretlands, har tey m.a. vóru nýtt í kolanámsvinnuni. Føroyingar at innflyta útlendsk ross, sum vóru hildin at vera betri arbeiðsross.
Miðskeiðis í 1900-talið hildu fleiri, at rossið varð útdeytt, men einstakligar funnið varð fram til nøkur fá ross, sum kundu vera av føroyskum uppruna, og í 60-unum var farið undir fyrstu royndirnar at bjarga rossinum.
Felagið Føroysk Rossið varð sett á stovn í 1978 m.a. við tí endamáli at ala føroysk ross. Sama ár vóru blóðroyndir av 13 rossum sendar til Sveriges Landsbruksuniversitet í Uppsala, sum í eini fyribilsmeting staðfesti, at talan var um serligt rossaslag. Ein DNA-kanning, sum ein granskari á Sveriges Lantbruksuniversitet gjørdi í 2003 váttaði úrtslitið av 1978-kanningini: Føroyska rossið er eitt egið slag, og eingin ábending er um at tað er blandað við onnur rossasløg.
Kelda:Felagið Føroysk Ross