Sum skilst, so er eitt mál við venjaranum hjá TB/FCS/Royn endað á borðinum hjá kappingarnevndini í Fótbóltssambandinum. Eitt mál, sum kann hava bann við sær.
Les eisini: Ónøgdur við dømingina
Talan skal verða um dystin á Skála, tá TB/FCS/Royn við níggju monnum megnaði at javna móti Skála. Tað var stór ónøgd við dømingina eftir dystin í suðuroyarleguni. Tað er eitt sindur ógreitt akkurát hvat er fráboðað, men sum In.fo skilur tað, so er tað atburðurin frá venjaranum hjá TB/FCS/Royn eftir dystin, sum kann fella hann.
Maurice Ross segði eftir dystin, at hann skilti lítið av dømingini í dystinum, men tóktist halda seg innanfyri “markið” hjá FSF.
- Eg havi verið við í fótbólti síðani eg var níggju ára gamal, fulltíðar fótbóltsfeløgum, og eg haldi tað eru nakrar nýggjar reglur, sum eg ikki skilji, ella sum eg ongantíð havi hoyrt um, sigur hann í samrøðu við kvf.fo.
Hann hevur fyrr í ár funnist at gulu kortunum, sum verða givin fyri áhaldandi at fremja brot á fótbóltslógina – í fótbóltsmáli betur kent sum at gera ov nógv fríspørk.
- Hetta er aðruferð í ár, at ein av mínum spælarum fær gult kort fyri áhaldandi brot, har tað ikki var hann, ið áhaldandi framdi brotini. Tað hevur faktiskt verið sagt “tú ert tann óhepni”, sigur Maurice Ross víðari í samrøðuni við kvf.fo.
Sum skilst, so verður meiri at frætta í málinum í næstum. Fyrr í ár hevur Jákup á Borg, venjari hjá B36, fingið bann í tveir dystir fyri úttalisir á Rás2, meðan Jákup Mikkelsen fekk bann fyri sín lut í “Ndende-málinum”.