Roskilde væntandi inntøkumet

Aldri áður hava so nógv atgongumerki verið seld, og matsølan hevur eisini gingið óalmindiliga væl. So væl, at Roskilde festivalurin helst er ávegis ímóti einum metstórum yvirskoti.

 

Í fjør slerdi festivalurin metið við 21 milliónum í yvirskoti. Men nógv bendir á, at yvirskotið verður enn størri í ár.

 

Orsøkin er serliga, at tað eru sera nógv atgongumerki seld. Umframt vanligu atgongumerkini til allan festivalin hava tey eisini selt út av eindags atgongumerkjunum. Harumframt hava sølubúðirnar á økinum selt sera væl og tjent væl.