Roskilde Festivalurin vil hava uppskot til næsta ár

Nú siga fyrireikarar av vælumtókta danska Roskilde Festivalinum, at tey fegin vilja hava fólk at geva sítt boð uppá tónleikarar, sum ynski er um at hoyra næsta ár.

 

Tónleikasíðan Gaffa veit í dag at siga, at Roskilde Festivalurin nú letur dyrnar upp fyri, at fjepparar kunnu koma við boðum uppá hvør skal mynda tónlistarligu skránna í 2013.

 

Allan oktobur hava Facebook brúkarar møguleikan fyri at fara inn á síðuna hjá Roskilde Festivalinum og velja fimm danskarar ella fimm útlendingar, sum tey helst vilja hoyra í 2013.

 

Festivalurin er longu væl ávegis við at gera avtalur við tónleikarar til festivalin komandi ár, og úrslitið av Facebookboðunum hendan mánaðin kann fáa ávirka á valið.

 

Fyrireikarar siga við Gaffa, at festivalurin er til fyri fólkið, og tí skulu tey eisini hava møguleikan fyri at gera sína ávirkan galdandi.