Roskilde Festivalurin kunnger 5 nýggj nøvn

Roskilde Festivalurin hevur longu kunngjørt nøkur stór útlendsk nøvn so sum Red Hot Chilli Peppers og Bjørk. Men nú kunnger festivalurin fimm spennandi donsk nøvn.

Á heimasíðuni hjá Roskilde Festivalinum stendur at lesa, at danskur tónleikur er í einum góðum stima beint nú, og at festivalurin fegin vil gera sítt til, at stuðla uppundir hesa góðu gongd. Tí hevur festivalurin bjóðað bólkunum The Broken Beats, Mani Spinx, Moi Caprice, Oh No Ono og The Psyke Projekt at spæla á festivalinum. Hetta eru allir vælumtóktir bólkar í Danmark, og onkrir eru eisini um at vinna sær fótafesti í útlandinum.

 

The Broken Beats hevur leingi verið eitt vældámt navn í Týsklandi. Her hevur bólkurin áður givið fløgur út, men tann danski áhoyrarin hevur ikki tikið hesar útgávur til sín. Men við seinastu útgávuni ?In The Ruin for the Perfect?, tykist tað sum um danir eisini eru farnir at taka bólkin til sín, skrivar heimasíðan hjá Roskilde Festivalinum.

 

Mani Spinx verður lýstur sum ein øðrvísi tónleikari. Hansara tónleikur verður lýstur sum ein samanrenning millum nýklassiskan tónasmið og funk og soul.

 

Moi Caprice er ein bólkur sum spælir stóran og teatralskan tónleik, skrivar heimasíðan.

 

Oh No Ono eru longu vælumtóktir víða um. Eisini í Føroyum hevur bólkurin nakrar fjepparar. Heimasíðan hjá Roskilde Festivalinum lýsir tónleikin við stuttligum myndamálið. Tónleikurin hjá Oh No Ono er samanrenning millum Prince og muppurnar.

 

Seinasti bólkur ið festivalurin kunnger í dag er The Psyke Projekt. Talan er um ein tugmálmsbólk sum spælir tungan, metaliskan og óndan tónleik, skrivar heimasíðan.

 

Lesið meira á www.roskilde-festival.dk