Roskilde Festivalurin er útseldur

Aftur í ár eru øll atgongumerkini til Roskilde Festivalin útseld.

Festivalurin boðar frá at 75.000 fólk úr fara at leita sær á festivalin. Hóast øll atgongumerkini eru seld, so er enn møguleiki at sleppa á festivalin, sunnudagin 8. juli, tá verða eindagsatgongumerki seld. Umframt at øll, ið eru yvir 60 ár sleppa ókeypis inn hendan dagin við at skjalprógva aldurin. Festivalurin heitir á fólk, ið eru ov sein at keypa atgongumerki, um ikki at keypa frá óalmennu sølustøðunum. Tí hesi kunnu vera følsk, og tú fært ikki peningin aftur fyri eitt falskt atgongumerki