Hóast kendi danski tónleikafestivalurin ikki alment byrjar fyrr enn hósdagin, eru longu fleiri túsund fólk streymað til festivaløkið mitt í Roskilde Nógvir føroyingar hava aftur í ár leitað sær til Roskilde, har stóri tónleikafestivalurin árliga fer at bakkastokki. Í telja høvuðsnøvnini m.a The Killers, Muse, The Who og Red Hot Chilli Peppers.
At møta fleiri dagar áðrenn festivalbyrjan hevur verið fastur táttur í fleiri ár, og ikki gongur hetta altíð líka friðarliga fyri seg. Eisini hesaferð hevur løgreglan havt úr at gera við fullum fólki, stuldri og øðrum. Í dag verður styrkt lið av løgreglumonnum fingið á staðið.
Festivalurin sigur seg vita, at heili 45.000 fólk hava leitað sær til festivaløkið fyrsta døgnið.










