0: tap í 30 dystum í 2010, og Rosenborg er tað fyrsta liðið í tí bestu norsku fótbóltsdeildini, sum hevur spælt eitt heilt kappingarár, uttan at tapa ein einasta dyst. Seinastu tvey kappingarárini hevur liðið úr Tróndheimi bara tapt ein dyst í tí bestu norsku fótbóltsdeildini.
4: ferðir er Samuel Eto´o kosin til besta afrikanska fótbóltsspælaran, og tað er met.
Kamerunski spælarin vann ?The Treble? við Inter í ár, og ?The Treble? við Barcelona í fjør. Tað hevur eingin spælari megna áður.
3: spælarar - David Villa, Andres Iniesta og Carles Puyol - skoraðu øll málini hjá Spania, tá liðið vann heimsmeistaraskapið í Suður-Afrika. Einki annað landslið hevur vunnið HM við færri enn fýra málskjúttum. Við átta málum gjørdist Spania tann minst skorandi heimsmeistarin í HM-søguni.
1: lið var ósigrað í HM-endaspælinum í Suður-Afrika. Og av øllum liðum, so gjørdist tað Ný Sæland. Hetta ótrúliga bragdið gjørdist veruleiki, tá niðurlendska liðið tapti ímóti Spania í finaluni. Seinast Ný Sæland tók lut í einum HM-endaspæli varð í Spania í 1982.