Rosenborg líkist sær sjálvum

Molde styrkti sunnudagin um sína støðu í oddinum, har teir ivaleyst mugu finna seg í at kappast um næstfremsta plássið

Sum tað líður alt meiri út á summarið, so er norskur fótbóltur farin at líkjast sær sjálvum alt meiri. Rosenborg hevur verið meistari nógvu tey seinastu árini. Í ár hava teir haltað leingi, og tað hevur havt við sær, at teir hava ligið miðskeiðis á støðutalvuni. Tað hevur verið ein støða, sum tey í Noregi hava verið alt annað enn von við í meiri enn tíggju ár. Men nú er vend komin í hjá teimum í Tróndheimi.
Sunnudagin hevði Rosenborg vitjan av Lillestrøm. Undan kappingarbyrjan varð roknað við, at Lillestrøm ? saman við Molde ? skuldi geva Rosenborg størstu kappingina um meistaraskapin. Soleiðis hevur tað als ikki gingið higartil. Rosenborg hevur ligið undir toppinum, og Lillestrøm hevur verið og er framvegis í niðurflytingarvanda.
Sunnudagin møttu 17.634 upp til stórdystin í Tróndheimi. Tey fingu ein kvøkk, tá gestirnir í 21. minutti løgdu seg á odda, og tey bitu leingi negl. Men í 62. minutti javnaði heimaliðið, og teir skoraðu aftur í 70. og 86. minutti og vunnu harvið sannførandi 3?1.
Harvið er Rosenborg komið upp á næstovasta plássið. Teir eru tvey stig aftanfyri Lyn, og tað tykist bara at vera ein spurningur, nær teir fara at taka oddasessin. Næstsíðsta vikuskifti var Lyn tíggju stig frrammanfyri Rosenborg. Men í trimum dystum hava teir í Tróndheimi fingið fult, meðan tað ikki hevur gingið so væl hjá Lyn.
Sunnudagin var oddaliðið í Molde. Heimaliðið hevði sjálvandi undirtøku millum teir flestu av teimum 4.902 áskoðarunum, og tey stórfegnaðust. Molde vann 2?0, men tað tók sína tíð, áðrenn teir fingu bilbukt við oddaliðið. Hol kom ikki á fyrrenn í 77. minutti, og 2?0 sigurin varð staðfestur tíggju minuttir seinni.
Jákup Mikkelsen var allar 90 minuttirnar á beinkinum hjá Molde. Gamli liðfelagin hjá honum frá góðu døgunum í Herfølge, Steven Lustü, var í miðverjuni hjá Lyn.
Kærkomni sigurin hevur við sær, at Molde nú er á triðja plássi. Men tað er neyvan sannlíkt, at teir í Molde verða førir fyri at vinna meistaraskapin. Hann tykist Rosenborg at eiga patent uppá. Heldur verður talan um kapping um annað og triðja plássið, sum bera atgongd til Europa Cup fótbólt við sær.
Støðan hjá Molde í tí kappingini styrknaði eisini sunnudagin, tí Odd Grenland úr Skien tapti á útivølli ímóti botnliðnum. Start úr Kristiansand hevur roynst heilt illa í ár, men sunnudagin vunnu teir 2?0 á Odd Grenland.
Start er framvegis niðast, og Sogndal er framvegis á hinum niðurflytingar plássinum. Hesa ferð vóru teir á útivølli í Bodø, og heimaliðið vann 2?1. Í telvingini um at sleppa undan triði niðasta plássinum, sum ber kvalifikatiónsdystir við sær, eru fleiri kandidatar. Umframt Lillestrøm er Moss ein av teimum. Sunnudagin hevði Moss vitjan av Viking úr Stavanger. Úrslitið var 2?2, og tað var stórt vónbrot fyri gestandi liðið.
Bryne vann 2?1 á Stabæk og styrkti harvið um sína støðu. Í gjárkvøldið skuldu Vålerenga og Brann Bergen spæla.