Rosenborg hevur ikki havt sítt besta kappingarár í heimligu kappingini, har teir liggja á 5. plássi. Men stóru uppreisnina fingu teir í kvøld, tá ið teir fingu eitt so heiðurligt úrslit sum at leika javnt ímóti Chelsea á útivølli í Champions League-bólkaspælinum.
Chelsea legði sum vera man best frá landi, og hevði eisini møguleikar at leggja seg á odda. Men heldur var tað Miika Koppinen, sum legði Rosenborg á odda. Hetta gjørdi hann við at seta fótin hegnisliga á eitt skarpt frísparksinnlegg, og so var kvirt á Stamford Bridge.
Men ein sigur hevði kanska verið ov gott hjá norska liðnum, og enska stórfelagið megnaði at koma aftur. Hetta við máli frá Andriy Shevchenko tíðliga í seinna hálvleiki.
Eftir hetta høvdu liðini bæði møguleikar at taka øll trý stigini, men uttan iva má tað var Rosenborg, sum er best nøgt við eina stigið.
Hini úrslitini í Champions League í kvøld vóru hesi:
Marseille - Besiktas 2-0
FC Porto - Liverpool 1-1
Chelsea - Rosenborg 1-1
Schalke 04 - Valencia 0-1
Real Madrid - Werder Bremen 2-1
Olympiakos - Lazio 1-1
AC Milan - Benfica 2-1
Shakhtar Donetsk - Celtic 2-0