Rosebank oljukeldan er inni í basaltinum

-Vit vita ikki enn, um talan er um eina lønandi oljukeldu, men sjálvir halda vit, at her er talan um eitt lønandi fund sigur ein av fremstu serfrøðingunum hjá Chevron, D. Helland-Hansen. Oljukeldan er inni í basaltløgunum.

Eingin stólur var tómur í stóru høllini í Norðurlandahúsinum, tá D. Helland-Hansen frá oljufelagnum Chevron í farna mánað greiddi frá oljufundinum skamt frá føroyska markinum, nevnt Rosebank/Lochnagar. Hetta er tann oljukeldan, allur oljuheimurin nú bíðar spentur eftir at frætta meira um.

-Vit vita ikki enn, um talan er um eina lønandi oljukeldu, men sjálvir halda vit, at her er talan um eitt lønandi fund sigur ein av fremstu serfrøðingunum hjá Chevron, tá tað um Atlantsmótið ræður. D. Helland-Hansen sigur, at komandi mánaðir fara at siga okkum, um talan veruliga er um eitt so stórt fund, sum metingarnar higartil vilja vera við. Tað skulu so komandi avmarkingarbrunnar avdúka sigur hann við Vinnusíðurnar. Tað er eisini tí Chevron brúkar so nógvar pengar uppá komandi boringar. Fyrilestur hansara var sera áhugaverdur og varð eisini greitt frá fundinum í smálutum. Tað, sum er so áhugavert, er, at oljukeldan er funnin inni í sjálvum basaltinum, í løgum, sum goyma olju og gass.

Verður Rosebank verkætlanin væleydnað og er møguleiki at fáa fatur í boripall fer Chevron undir at bora fleiri leitibrunnar vestan fyri Hetland komandi árini. Í hesum sambandi hevur felagið eisini gjørrt avtalu við Stena Drilling um at byggja eitt spildurnýtt boriskip, sum fyrst og fremst er ætlað til at bora á Atlantsmótinum, herí eisini við Føroyar. -Men verður Rosebank ein succes, hvat vit rokna við, so fer tað eisini at lata hurðarnar upp til alt hetta stóra økið. Útbygging av Rosebank fer at skapa eitt undirstøðukervi, sum kann gagnnýtast av øðrum komandi fundum í hesum økinum. Og her koma fund við Føroyar eisini inn í myndina sigur D. Helland-Hansen.

Hann vísir á, at í besta føri kann Chevron í 2008 gera av, um tað skal fara undir at byggja út Rosebank, og so ganga nøkur ár, til oljan kemur upp. Komandi avmarkingarbrunnar verða boraðir frá oktober í ár til fram móti sumri í 2007.