Rósan úr Støkk millum heimsins bestu

Samanlagda úrslitið hjá Rósuni gjørdist eitt 6. pláss av 14 liðum til World Challenge Cup í Tampere í Finnlandi.

Í innleiðandi kappingini í gjár fekk Rósan 15,15 stig, sum gav teimum atgongd til finaluna í dag. Framførslan hjá teimum á finaludegnum í dag var enn betri, tí tær megnaðu at fáa 15,65 stig. Samanlagt fingu tær sostatt 30,80 stig og fingu eitt framúr flott 6. pláss av 14 liðum.

Vinnari av kappingini var Minetit úr Finnlandi.

– Vit í Støkk eru sera errin av flotta úrslitinum og ynskja teimum hjartaliga til lukku, skrivar Støkk á Facebook.