Rosalie skift ráðharra

Tað tekur eitt sindur longri tíð enn vanligt at fáa svar í málinum um Rosalie Thomsen, sum er víst úr Føroyum.

Tórbjørn Jacobsen, fólkatingsmaður, setti Lene Espersen, løgmálaráðharra, fimm spurningar í Fólkatinginum. Hann vildi m.a. hava at vita, hví filipinska Rosalie Thomsen varð víst úr Føroyum, hóast hon hevur varandi uppihaldsloyvi í Danmark og er gift føroyingi.
Svar plagar at vera givið innan eina viku, men nú hava donsku myndugleikarnir sent fyrispurningin víðari. Nú er tað Bertel Haarder, sum er integratiónsministari, ið skal svara fyrispurninginum.