Rósa Samuelsen spyr um uppgávuna hjá Sernám og bíðilistar

Rósa Samuelsen, løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin, hevur í dag sett Jenis av Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum, ein skrivligan fyrispurning (§ 52a) um uppgávuna hjá Sernám og bíðilistar. Svarast skal í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn

 

Løgtingskvinnan spyr fylgjandi:

 

1. Hvørjar uppgávur í sambandi við sernámsfrøðiliga ráðgeving hevur Sernám trupulleikar við at røkja, og hvat eru orsøkirnar til hesar trupulleikar?

 

2. Hvussu virkar samstarvið millum Sernám og t.d. psykiatriina, dagstovnar, skúlar og foreldur?

 

3. Hvussu langir eru bíðilistarnir fyri ymsu uppgávurnar og viðgerðirnar, sum Sernám varðar av?

 

4. Hvørjar ætlanir eru fyri framman til at tryggja, at allar uppgávur hjá Sernámi verða loystar á nøktandi hátt, og at samstarvið við aðrar myndugleikar o.o. virkar so væl sum møguligt?

 

Í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin sigur Rósa Samuelsen, løgtingskvinna, at Sernám veitir ráðgeving innan sernámsfrøðilig viðurskifti til dagstovnar og skúlar, og foreldur, sum varða av børnum og ungum.

 

Í Sernámi eru hesi fakøkini: ergo- og fysioterapi, sálarfrøði, sernámsfrøði, sersamskifti, sjón og tala. Harumframt er eisini lesiráðgeving til fólkaskúlan. Dentur verður lagdur á tvørfakligt samstarv millum hesi fakøkini í teirra samstarvi við stovnar, skúlar og foreldur.

 

Tað hoyrist alment millum fólk, at Sernám hevur stórar trupulleikar við at loysa og røkja sínar uppgávur í sambandi við sernámsfrøðiliga ráðgeving.  

 

Spurningurin er um trupulleikarnir stinga djúpri og ikki einans skulu finnast á stovninum sjálvum.

 

At enda sigur Rósa Samuelsen, í sínum viðmerkingum, at tey, sum standa sum taparar eru brúkararnir, sum ikki fáa ta hjálp og viðgerð, sum er neyðug, og sum tey hava rætt til. Tí verður hesin fyrispurningur settur.