Rosa Lamhauge, 26 ár

lærir til møbilsnikkara í Keypmannahavn

Útbúgvingin tekur 3 1/2 ár. Hon byrjar við einum 1/2 ári á tekniskum skúla
(grundskeið), so um tú ikki hevur avgjørt frammanundan, hvat tú vilt, kanst
tú fáa innlit í møbilsnikkara- snikkara- timbur- ella múrarafakið, og so
velja innan 5 vikur.
Um tú ikki hevur fingið læripláss, áðrenn tú byrjaði á skúlanum, skalt tú út
at finna eitt, meðan tú ert á grundskeiðinum. Tað er ógvuliga trupult at
finna eitt lærupláss sum møbilsnikkari, og í flestu førum eydnast tað ikki.
Um tú finnur eitt, skrivar tú ein sáttmála við ein meistara, og verður har
restina av lærutíðini.

Um tú ikki finnur eitt lærupláss, kanst tú søkja inn undir
skúlapraktikk-skipanina. Tað er har tú fært fullført útbúgvingina uttan eitt
læripláss. Tað eru sjálvsagt bæði fyrimunir og vansar við SKP. Fyrimunurin
er, haldi eg sjálv, at tú verður "útlænt/ur" til meistarar, sum kanska ikki
hava brúk fyri einum lærlingi í trý ár , men í tveir mánaðir. So ringja teir
inn til SKP og læna lærlingar. Soleiðis sleppur tú runt at síggja og uppliva
ymisk verkstøð, og tú "sovnar" ikki, men mást blíva við at geva eitt "gott
inntrykk". Tú kanst eisini søkja um at koma í praktikk sjálv/ur. Eg var t.d.
í Snikkaravirkinum í Rituvík í ein mánað síðsta ár. Um tú hevur møguleika
kanst tú eisini fara til onnur lond. Eg havi verið á fýra ymiskum støðum,
harav eitt var á Kongaliga Verkstaðnum á Amalienborg. Tað var ein
fantastiskur møguleiki sum lærlingur at sleppa at arbeiða har.

Umframt at vera á arbeiðsplássinum, skalt tú í skúla fýra ferðir. 10 vikur
til at gera eitt skriviborð, 10 vikur til stól, 5 vikur til eitt skáp og 5
vikur til sveinastykkið, sum er ein skrivipultur. Hesi ting broytast
sjálvsagt av og á, men soleiðis er skipanin júst nú.









_________________________________________________________________