Rósa Samuelsen góðtekur ikki sparingar á psykiatriska økinum. Tað boðar hon frá í almennari fráboðan í morgun Røringur er komin í hjá samgonguni eftir at tað frættist, at Tórmóður Stóra ikki vil halda fram sum leiðandi yvirlækni á psykiatriska deplinu,
Tingkvinnan fyri Sambandsflokkinvil beinanvegin hava eina frágreiðing frá landsstýrismanninum í Heilsumálum, Karsten Hansen,
Heldur enn at spara pening, átti peningur at verði brúktur til at styrkja tænasturnar á deplinum og úti í økjunum, soleiðis at tænastan kann verða veitt nærri borgarunum. - Við at økja um økispsykiatriina er ikki talan um nýtt virksemi, men um økt virksemi, so allir borgarir kunnu fáa somu tænastu, uttan mun til, hvar i landinum ein býr.
Les eisini: Her er ongin glotti fyri framman
- Hetta er ein bólkur av fólki, sum ikki sjálvur er førur fyri at gera vart við sína støðu. Tíverri eru dømi um, at fólk liggja heima og stríðast við sína lívshættisligu sjúku, og teirra avvarðandi eru hjálparsleys. |
- Nú er møguleiki at raðfesta hetta økið og veita fólki við sálarsjúku eina betri tænastu heldur enn at syndra økið enn meira.
- Sum borgarstjóri í Vága Kommunu og løgtingslimur kann eg ikki góðtakað, at borgarar ikki fáa nøktandi tænastu, sigur Rósa Samuelsen.










