Ítróttatíðindi
Nógvir útlendingar hava millum ár og dag verið í Føroyum sum fótbóltsvenjarar. Ein teirra er Kenneth Rosén. Hann er neyvan nakað serliga kendur, tí steðgurin hjá honum var so stuttur.
Kenneth Rosén, sum er svenskari, kom undan 1990 kappingarárinum til Toftir at vera venjari hjá B68. Hann var væl umtóktur sum venjari, men hann gjørdist ikki gamal á Toftum. Hann og konan fóru til Svøríkis í summarfrí, og tey komu ikki aftur. Tað segðist, at konan hevði ilt við at trívast í Føroyum. Finnur Helmsdal var venjari hjá B68 seinnapartin av 1990 kappingarárinum.
Í fyrradagin sást navnið Kenneth Rosén í norsku fjølmiðlunum. Talan er um sama svian, sum fyri tíggju árum síðani var á Toftum. Í ár hevur hann verið venjari hjá Bryne í bestu norsku deildini. Bryne slapp akkurát undan at spæla ímóti Sogndal um eitt pláss í bestu deildini.
Í hesi vikuni hevur Kenneth Rosén verið umrøddur, tí hann skal skifta starv. Seinastu tíðina hevur hann verið í samráðingum við Vålerengen, og sjálvt um tað mánakvøldið gjørdist greitt, at felagið komandi kappingarár skal spæla í næstbestu og ikki í bestu deildini, so er tað avgjørt, at Kenneth Rosén skal arbeiða í Vålerengen. Sambært norskar fjølmiðlar skal Rosén ikki vera venjari, men heldur ítróttarstjóri og maneger, sum teir rópa tað, í felagnum.