Í mai 2008 vórðu tveir russiskur trolarar tiknir fyri at fiska ólógliga í føroyskum sjógvi.
Annars slapp út aftur, men politiið gjørdi arrest í hinum, sum varð lagdur, tí reiðaríið segði seg ikki hava ráð at gjalda bótina.
Og trolarin Ros liggur framvegis í Kollafirði.
Alla hesa tíðina hevur fútin lagt út fyri havnagjald fyri skipið, og ger tað framvegis.
- Hann hevur kostað okkum fleiri hundrað túsund krónur, sigur Finn Ougaard, varafúti.
Havnagjaldið er umleið 100.000 krónur um árið.
Men hví verður hann liggjandi í Føroyum?
Finn Ougaard sigur, at tað er ein spurningur um, hvør eigur skipið, við tað at reiðaríið er farið av knóranum. Hann heldur ikki, at tað ber til hjá fútanum at selja skipið.
Men Karl-Erik Reynheilm á Faroe Agency, sum umboðaði skipið, er ósamdur.
- Reiðaríið fór av knóranum, og ein russiskur banki eigur pantið í skipinum. So er bara at boða frá, at skipið verður selt á tvingilssølu. Hatta er ikki øðrvísi enn aðrar tvingilssølur, sigur Karl-Erik Reynheim.
Hann heldur, at tað átti at verið ein skylda at selt skipið beinanvegin, sum reiðaríið fór av knóranum, tí sum tíðin gongur veksur skuldin.
Ros órógvar
Reiðaríini, sum hava skip, ið fiska í Barentshavinum, hava alla tíðina ynskt at fáa Ros úr Føroyum. Tey hava fleiri ferðir sagt, at støðan við Ros kann órógva fiskivinnusamstarvið millum Føroyar og Russland. Gitt varð eisini, at Ros spældi ein leiklut, tá ið Skálaberg varð tikin og lá leingi í Murmansk.
Reiðaríið Christian í Grótinum rindaði fyri, at manningin slapp heim.
Tey trý reiðaríini, Enniberg, Vesturvón og JFK-Trol fóru so langt sum at bjóða sær til at rinda bótina, sum Ros fekk.
- Vit hoyrdu einki aftur, men tilboð okkara stendur framvegis við, sigur Mortan Johannesen, stjóri í P/F Ennibergi.









