HM-BÓLKUR B
Tað endaði, sum tað oftar endar, tá ið Svøríki og Ongland spæla ímóti hvørjum við javnleiki. Týskvøldið dystaðust tey bæði londini um fremsta plássið í bólki B, og tað var Ongland, sum fór við plássinum, tí landið toldi betur ein javnleik enn Svøríki. Bæði Svøríki og Ongland komu tó víðari frá bólkinum.
Sviar løgdu bragdliga fyri, men sum fyrri hálvleikur leið, tók Onglandi fullkomiliga yvir og legði seg eisini fram um 1-0 við einum framúr góðum máli av Joe Cole. Í seinna hálvleiki raknaði Svøríki av álvara við, og teir javnaðu við einum av sínum mongu vandamiklu hornaspørkum. Málskjútti var FCK-áleypari Magnus Allback.
Svøríki hevði leikliga yvirvág stóran part av tíðini, men tað var Ongland, sum legði seg fram um við máli hjá Steven Gerrard. Beint fyri leiklok javnaði Henrik Larsson fyri Svøríki, og so endaði dysturin 2-2.
Rooney í ringum lag
Nógv umtalaði Wayne Rooney byrjaði í enska álopinum, og hann vísti í glottum síni góðu fótbóltsevnum. 20 minuttir fyri tíð varð hann tó skiftur út, tá ið enski venjarin vildi styrkja miðvøllini við Steven Gerrard.
Rooney líktist einum illum og fornermaðum smádrongi, tá ið hann varð skiftur út. Hann læt seg úr gaggunum og tveitti tær frá sær, meðan vónbrotið lýstu úr andlitinum.
- Formurin hjá mær hevur ongantíð verið nakrar trupulleiki. Eg føli meg væl, og eg kundi saktans havt spælt longur, segði Rooney við fjølmiðlarnar eftir dystin.
Hann var tó væl nøgdur við úrslitið og avrikið hjá Onglandi í dystinum eisini um hann ikki skoraði.
- Tað er eingin trupulleiki, at eg ikki skoraði. Tað skal nokk koma. Vit eru bara fegnir um, at vit hava vunnið okkara bólk, segði Rooney.
Í 1/8 finalu skal Ongland spæla ímóti Ecuador, meðan Svøríki fær eitt ordans brak ímóti vertstjóðini Týsklandi.