Hóast Manchester United tey seinastu árini hevur vunnið Premier League tríggjar ferðir, Champions League eina ferð umframt FA Cup og Liga Cup, so metir Wayne Rooney, at Manchester United ikki hevur ambitiónir nokk til hansara.
- Eg hevði ein fund við David Gill(Høvðusstjórin í Manchester United) og hann gav mær ikki tey lyftir um liðið, ið eg vildi hava. Eg segði so við hann, at eg ikki eri sinnaður at skriva undir nýggja sáttmálan, sigur Wayne Rooney í einum tíðindaskrivi.
Manchester United keypti Wayne Rooney frá Everton í 2004 fyri góðar 300 milliónir krónur.
- Eg havi altíð havt stóra viðring fyri Manchester United. Hví skuldi eg ikki tað, tá hugt verður eftir søguni hjá felagnum. Serliga tey seinastu seks árini, sum eg havi verið so heppin at verið ein partur av, sigur Wayne Rooney víðari.
Sir Alex Ferguson hevur verið lítið fegin um støðuna og segði seg einki skilja av tí heila.
- Hóast vit ikki skiljast í sátt og semju, so skildi eg Sir Alex Ferguson nógv. Hanne r ein fantastiskur venjari og fyrimynd, sum hevur hjálpt og stuðla mær síðani eg skifti frá Everton sum bara 18-ára gamal. Fyri Manchester United, so hevði eg ynskt, at hann kundi verið venjari í allar ævir, tí hann er eitt geni og ongin er líka sum hann, sigur Wayne Rooney.