Rooney á vøllinum aftur

(Kykmynd) Wayne Rooney spældi ein tíma við eykaliðnum hjá Manchester United ígjár

Áleyparin hjá Manchester United, Wayne Rooney arbeiðir ímóti klokkuni fyri at gerast klárur til EM-endaspælið, har hann ætlar at tørna út fyri Ongland, um hann also verður tikin út til enska EM-hópin væl at merkja.

 

30 ára gamli Wayne Rooney hevur ikki spælt fyri besta liðið hjá Manchester United síðani 13. februar, men ígjár var hann aftur at síggja á vøllinum.

 

Wayne Rooney var á vøllinum í 61 minuttir, tá eykaliðið hjá Manchester United spældi ímóti Middlesbrough. Dystarformurin er ikki góður, men venjingarstøðan hjá Wayne Rooney tyktist at verða á einari leið. Millum 6.000 áskoðararnar til eykaliðsdystin á Old Trafford leikvøllinum var høvuðsvenjarin hjá Manchester United, Louis van Gaal. 

 

Ongland spælir sín fyrsta EM-dyst ímóti Russlandi 11. juni í Marseille í Fraklandi. Sjey dystir eru eftir í Premier League hjá Manchester United, og ið hvussu er ein umdyst í fjórðingsfinaluni í FA Cup kappingini ímóti West Ham United. So enn kann Wayne Rooney røkka at sannføra enska landsliðsvenjaran um, at hann eigur at verða partur av enska EM-hópinum. 

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj royndirnir Wayne Rooney hevði á málið hjá Middlesbrough í eykaliðsdystinum ígjár.