Eitt málmet hjá einum fótbóltsstórleikara stendur fyri falli í dag.
Wayne Rooney kann í EM-undankappingardysti fyri Ongland á útivølli í San Marino í dag gerast søguligur toppskjútti hjá enska landsliðnum.
Í skrivandi stund deilir Wayne Rooney metið við ein hin fremsta Manchester United spælaran nakrantíð, Bobby Charlton, sum í 106 landsdystum fyri Ongland millum 1958 og 1970 skeyt 49 mál. Wayne Rooney hevur í 105 landsdystum skotið 48 mál fyri Ongland.
Tottenham legendan, og núverandi frálíki frásøgumaðurin hjá BBC, Gary Lineker skeyt í 80 landsdystum fyri Ongland, árini 1984-1992 48 mál fyri Ongland, og mundi koppað metinum hjá Bobby Charlton. Men tá talan er um flest mál í snitt er Gary Lineker betur enn Wayne Rooney og Bobby Charlton.
Fótbóltsøru ensku miðlarnir gera nógv burturúr, at Wayne Rooney verður søguligur í dag. Rooney sjálvur ger ikki nógvan háva burturúr hesum, men minnir miðlarnar á, at Bobby Charlton vann heimsmeistaraskapið saman við enska landsliðnum í 1966. Sjálvur sigur Rooney við enskar miðlar, at hann vil nógv heldur vinna EM ella HM við enska landsliðnum, enn at fólk skulu minnast hann, sum tann søguliga toppskjúttan hjá enska landsliðnum.
Dysturin millum San Marino og Ongland byrjar klokkan 17 í dag.










