Sjálvt enskir miðlar øtast um brotssparkið, sum Wayne Rooney fekk til Ongland í 2-1 sigrinum á Slovenia. Í nærdysti við Bostjan Cesar metti dómarin, at Rooney varð feldur, men størsti parturin av áskoðarunum mundu halda, at Rooney í fyrsta umfari helt fast í verjuspælaranum, og í øðrum umfari kanska átti kort fyri at tveita seg í beinini á Cesar. Eitt nú skrivaði the Times eftir hendingina, at svenski dómarin, Jonas Eriksson, kanska mundi vera gudssonur fyrrverandi enska landsliðsvenjaran, Sven-Göran Eriksson.
Tíðindi