Tað var í dystinum ímóti Bayern Munchen týskvøldið, at Wayne Rooney fór skaddur av vøllinum. Eftir dystin vóru søgur frammi um, at Rooney møguliga ikki bleiv klárur til HM. Sir Alex Ferguson segði á einum tíðindafundi, at Rooney verður skaddur í mesta lagi í tríggjar vikur.
Í Manchester United vóna tey at Rooney verður klárur til grannauppgerðina móti Manchester City 17. apríl.
Manchester United tekur í morgin fyrrapartin ímóti Chelsea. Manchester United liggur fremst við 72 stigum, meðan Chelsea hevur 71 stig á øðrum plássi.