Liðskiparin hjá Manchester United, Wayne Rooney vísti stórar menniskjaliga dygdir aftaná yvirgangsálopið í París fríggjakvøldið.
Tá Frakland og Týskland spældu venjingardyst á Stadé de France leikvøllinum hevði Wayne Rooney liðfelagar úr Manchester United, sum vóru á bæði franska og týska liðnum. Liðfelagin hjá Rooney, Bastian Schweinsteiger, og hinir spælararnir á týska landsliðnum vóru noyddir at yvirnátta á Stadé de France av trygdarávum.
Fáar tímar aftaná dystin ringdi Wayne Rooney til Bastian Schweinsteiger fyri at tryggja sær, at alt visti væl við hjá týska liðfelaganum. Wayne Rooney ringdi eisini til fronsku liðfelagarnar, Anthony Martial og Morgan Schneiderlin fyri at tryggja sær, at alt visti væl við hjá teimum eisini.
Í annaðkvøld klokkan 20 spæla Ongland og Frakland venjingardyst á Wembley leikvøllinum í London. Wayne Rooney hevur hesi boðini til franska hópin: - Vegna enska hópin vil eg vísa mína djúpastu samkenslu. Hetta er ein syrgilig tíð, har mong menniskju hava mist sítt lív. Hetta er ein torfør tíð fyri okkum øll. Eisini okkum, og vit mugu vísa so nógva virðing, sum vit kunnu. Hetta fer at verða hart fyri teir fronsku spælararnar, men eg eri vísur í, at hetta er ein møguleiki hjá spælarunum at gera fronsku tjóðina stolta, eru boðini hjá Wayne Rooney til franska hópin.