Rooney og Capello verja Terry

Tað er óvist hvørja móttøku John Terry fær á Wembley mikukvøldið, tá Ongland skal spæla venjingardystin móti Egyptalandi. John Terry var liðskipari á enska landsliðnum til fyri nøkrum vikum síðani, tá Capello ongan annan útveg sá, enn at taka liðskiparabandið frá Terry. Tað kom eftir at Terry millum annað hevur verið ótrúgvur við eks damuni hjá einum øðrum landsliðsleikarara.

 

Millum ensku landsliðsleikararnar, ið hava upplivað eina ringa móttøku frá ensku viðhaldsfólinum eru, David Beckham, Frank Lampard, Peter Crouch, David Bentley, Phil Neville, Ashley Cole, Steward Downing, Owen Hargreaves, Chris Waddle og John Barnes.

 

Millum orsøkirnar eru reyða kortið hjá Beckham í HM 98 móti Argentina, vánaligi formurin hjá Lampard og Barnes á landsliðnum í mun til formin á ávíkavist Chelsea og Liverpool. Brotssparkið, ið Phil Neville gjørdi móti Rumenia í EM 00, ið kostaði víðari luttøku í kappingini.