Rooney fingið rimmar tilboð úr Kina

Kinesiska fótbóltsligan mennist alsamt, og teir vilja eisini hava stórar stjørnur at spæla har

Kinesiska fótbóltsligan mennist við risafetum, og fyri stuttum gjørdi kinesiska fótbóltsligan ein sjónvarpssáttmála, sum hevur eitt virði, sum svarar til átta miljardir krónur í okkara peningi. Og hetta gevur kinesisku feløgunum møguleikan at keypa nakrar stórar stjørnur til at spæla í liguni.

 

Sambært enska blaðnum "The Sun" eru umboðsmennirnir hjá Wayne Rooney í samráðingum við eitt kinesiskt felag. Tað verður arbeitt nógv við at gera kinesisku liguna betri og sterkari, og tað er her Wayne Rooney kemur inn í myndina.

 

Wayne Rooney er heldur ikki so væl dámdur av Manchester United fjepparunum longur, og hevur als ikki leverað vøruna hetta kappingarárið. Tí kann eitt skiftið til kinesiskan fótbólt freista hann til eitt skiftið. Sambært "The Sun" kann Wayne Rooney vinna so nógvan pening í Kina, sum hann bara kann droyma um í Evropa.