Rooney eigur við til EM

Avgerðin hjá evropeisku fótbóltssamgonguni UEFA at geva enska álopsspælaranum Wayne Rooney leikbann í tríggjar dagar fyri tað reyða kortið, sum hann fekk í EM-dystinum ímóti Montenegro í síðstu viku ger, at Rooney kann ikki umboða Ongland í bólkaspælinum í EM næsta summar.

 

Men landsliðsvenjarin, Fabio Capello, eigur kortini at taka Wayne Rooney út til EM-endaspælið í Póllandi og Ukraina. Tað heldur í hvussu er fyrrverandi enska álopsstjørnan Alan Shearer.

 

-Hevði tað verið onkur annar, so hevði eg ikki sagt so. Men her snýr tað seg um tann besta spælaran hjá Onglandi, sigur Alan Shearer við BBC.

 

Hann leggur tó afturat, at revsingin hjá Rooney fer uttan iva at fáa aðrar álopsspælarar at spenna seg út, og roynist onkur teirra serliga væl í komandi venjingardystum, kann tað henda, at Rooney verður uttanfyri hesaferð.