Rooney drigin fyri rættin

David Moyes er ónøgdur um viðferðina hann fær í bókini ?My Story So Far?, sum Wayne Rooney hevur givið út. Moyes heldur seg fáa harða viðferð í bókini, og at Rooney hevur latið persónligar upplýsingar um hann út til almenningin.

 

Henda gerð fær David Moyes til at krevja 3,3 milliónir krónur í endurgjaldi frá enska landsliðsleikaranum. Umframt Wayne Rooney, dregur Everton-venjarin eisini Hunter Davies, rithøvund, og forlagið Harper Collins fyri rættin.