Svenski landsliðsvenjarin hjá Onglandi, Sven Göran Eriksson hevur boðað frá, at Wayne Rooney við vissu byrjar inni, tá Ongland skal spæla móti Svøríki týsdagin.
Læknarnir hjá okkum meta, at Rooney klárar at spæla meira enn ein hálvleiki. Megnar hann tað, so er tað betri fyri liðið, at hann byrjar inni, heldur enn at verða skiftur inn, ljóðar einfalda frágreiðingin, sum hevur vakt gleði um størsta partin av Onglandi. Tó ikki í Manchester, har Sir Alex Ferguson er í øðini um, at Rooney ikki fær sum mest av hvíld, so hann við vissu er tøkur, tá Manchester United í august mánaði fer undir enn eitt kappingarár í Premier League.