Chelsea-leikarin var so óheppin at fáa eitt skot frá Wayne Rooney í hondina, og enn óhepnari, tá ið hann fekk staðfest brot í hondini. Hann er nú aftur í Onglandi, har hann skal lekjast. Tað er framvegis óvist, hvussu drúgvur skaðin hjá Lampard verður.
Í kvøld rennur Ongland á vøllin ímóti Andorra. Eitt land, ið Ongland burdi vunnið uttan Frank Lampard á liðnum.