Fótbóltur
Stutt fyri hálvleik fór West Ham í álop. Teir mistu bóltin langt uppi á Manchester United hálvuni, og so gekk tað skjótt hinvegin. Bólturin endaði hjá Dimitar Berbatov, sum legði eina høga avlevering til Valencia. Við fyrstu bóltrøringini legði Valencia bóltin innfyri til Wayne Rooney, sum stútaði bóltin í málið. Tíggju minuttir inn í seinna hálvleik endurtóku Valencia og Rooney kunstin. Valencia sendi bóltin innfyri til Rooney, sum enn eina ferð kundi stúta bóltin í málið. Hetta er fjórðu ferð á rað, at Rooney skorar við høvdinum.
Tað var ikki fyrr enn Rooney bleiv skiftur út, at hinir sluppu framat. Tá var tað maðurin, ið kom inn fyri Rooney, sum skoraði. Paul Scholes spældi Michael Owen leysan í brotssteiginum, og hann takkaði fyri álitið og skoraði. Hetta er fyrsta málið hjá Owen síðani hann avgjørdi grannauppgerðina móti Manchester City.
Manchester United er nú bara eitt stig aftanfyri Chelsea í Premier League, men United hevur spælt ein dyst fleiri. Chelsea skal í kvøld spæla móti Inter í Champions League.
West Ham er nummar 13 við 27 stigum. Tað eru fýra fleiri enn Bolton og Burnley, sum liggja hinumegin niðurflytingarstrikuna, men tey hava spælt ein dyst færri enn West Ham.