Ronnie Spector deyð

Ronnir Spector, sum í sekstiárunum m.a. var kend við lagnum Be My Baby, er deyð, 78 ára gomul.

 

Familjan hevur upplýst fyri útlendskum miðlum, at hon hevði krabba og andaðist eftir stutta sjúkralegu.

 

Hon var fødd í Harlem í New York City í 1943, og veruliga navn hennara var Veronica Greenfield.

 

Hon var í bólkinum The Ronettes, sum í sekstiárunum fekk fleiri sangir á hitlistarnar, t.d. Baby, I Love You, The Best Part of Breakin’ Up, og hin sera kenda Be My Baby, sum í 1999 varð valdur í Grammy Hall of Fame.

 

Sangurin varð eisini nýtur í filminum Dirty Dancing, 1987, og Martin Scorsese nýtti sangin í filminum Mean Street, 1973.

 

Saman við The Supremes gjørdist The Ronettes eitt tíðareyðkenni í sekstiárunum, og einasti kvinnubólkur, ið upplivdi at ferðast við The Beatles.

 

Sum 25 ára gomul giftist Ronnie kenda tónleikaframleiðaraum Phil Spector í 1968, og tey fóru hvør til sítt í 1974.

 

Bæði meðan hon var gift Phil Spector, og aftan á skilnaðin, segði hon frá, at sum húsbóndi var Phil Spector harðligur.

 

Hann varð í 2009 settur í fangahús fyri morð, og har doyði hann í 2021.

 

Sum eg ofta havi sagt, so var hann ein framúr góður tónleikaframleiðari, men sum ektamaður var hann ótespiligur, hevur Ronnie Spector sagt.