Ronnie og Rúna klár til Brúnna

Tey bæði eru seinastu tónleikararnar, sum fara at syngja og spæla á festivalinum við Brúnna


Nú eru tey bæði síðstu nøvnini, sum fara at spæla á nýggja tónleikafestivalinum við Brúnna, kunngjørd.

Og tað eru tey bæði Ronnie og Rúna sum fara at syngja og spæla  á trubadurpallinum í Café-tjaldinum Við Brúnna.

 

Tað er ikki so oftani, at tey eru á palli saman. Men tá ið tónleikafestivalurin við Brúnna verður á Oyrarbakka leygardagin, verður samstundis eitt sjáldsamt høvi at hoyra tey bæði á palli.

 

Bæði Ronny og Rúna hava verið sera virkin í føroyska tónleikalívinum í eitt mannaminni, bæði saman og hvør sær.

Tey hava spælt og sungið saman við flestu tónleikarunum í landinum, eins og tey hava verið við á fleiri fløgum

Nevnast kunnu fløgur sum Amnesty, Tólvti maður, Jólafløgan, o.s.fr.