Ronnie og Maria á Ljósfest í Vági

- Maria, sum er dóttir Ronnie Nielsen og Rúnu av Heygum, hevur longu bergtikið okkum víð síni vøkru rødd, siga tey í Vági.

 

Í Vágs kommunu fegnast tey um tiltakið - Ljósfest - sum enn einaferð verður í Vági, hesaferð vikuskiftið, 16., 17. og 18. august.

 

Her verður eitt nú barnatiltak, søla av handvirkaðum, listaframsýning, og her verður eisini nógvur tónleikur.

 

Í Vági kunnu tey nú avdúka fyrstu tónleikanøvnini.

 

- Vit kunnu avdúka, at fólkakæri, Ronnie Nielsen saman við dóttrini, Mariu Ronniesdóttur Nielsen, verða at hoyra á ársins Ljósfest.

 

Lagt verður aftrat, at Ronnie var á pallinum til fyrstu Ljósfestina, sum var í 2021. Tá spældi hann saman við kæra vini sínum, George Eystan Á, sála.

 

- Maria, sum er dóttir Ronnie Nielsen og Rúnu av Heygum, hevur longu bergtikið okkum víð síni vøkru rødd.  

 

Í Vági siga tey, at Ronnie og Maria fara at framføra á stóra pallinum í Vági leygarkvøldið hin 17. august.