Tá ið Skála í fjør tapti kappingina um fínu heiðursmerkini ímóti havnarfeløgunum, varð høvuðsorsøkin mett at vera, at hópurin var ov tunnur. Sunnudagurin á Skála boðaði frá, at bæði Skála og EB/Streymur eru rættuliga væl fyri.
Ronnie Samuelsen var ikki á beinkinum hjá EB/Streymi, men miðvallarin, sum áður hevur verið sentralur bæði í EB/Streymi og í B36, har hann fyrr í ár hevur spælt í lægru deildunum, venur nú regluliga við EB/Streymi, og tí kann roknast við honum eftir summarsteðgin. Ronnie hevur betri stundir til fótbóltin nú, enn hann hevði, tá ið skúlatingini og próvtøkulestur á maskinmeistaraskúlanum vóru á skránni.
Tá ið eitt stórt korter var farið av seinna umfarinum, noyddist Pacek av vøllinum orsaka av skaða. Fróði Clementsen varð settur í miðverjuna, har hann oftast hevur verið fastur maður. Hann var hesa ferð á beinkinum, tí Piotr Krakowski hevði gjørt av at flyta Egil á Bø, sum nú er liðformaður, úr álopinum og aftur í miðverjuna, har hann nýtti allar sínar royndir og stóð seg stak væl.
Innskiftir vórðu eisini Jákup Martin Joensen og Esmar Eiðisgarð, og millum hinar á EB/Streyma beinkinum var eisini miðvallarin Marni Djurhuus, sum seinastu árini hevur verið fastur maður, men sum seinastu tíðina hevur verið plágaður av skaða.
Alexandur Johansen hevur ikki verið at sæð á Skála liðnum higartil í ár. Skaði í fótinum hevur hildið honum burtur. Nú er hann farin at venja, og á Skála vóna teir, at hann eftir summarsteðgin verður við í kappingini um plássini.
Arnhold Berg varð saman við Bárði Danielsen settur á vøllin, tá ið Skála økti trýstið. Umframt teir báðar vóru eitt nú Jenel Cristian, Rói Jacobsen og Sveinur Justinussen á beinkinum hesa ferð.
Sjálvandi hevur tað alstóran týdning bæði á Skála og í EB/Streymi, at lyklaspælarunum ikki berst frá. Men smeiturin av leikbannum og skaðum tykist ikki skula gerast so stórur nú, sum hann áður hevur verið í bygdarfeløgunum.