Tað er ikki á hvørjum degi, at borgarstjórar víkja sessin, tí farið verður í summarfrí.
Í øllum førum hoyrist ikki nógv um slíkt, og slíkar fráboðanir eru undantak.
Men, í Hvalbiar kommunu er øðrvísi. Har hevur Ronni Hammer sett seg við borðendan.
Borgarstjórin í kommununi, Janus Thomsen, er farin í summarfrí frá 1. juli at rokna.
Tað er í hesum sambandi, at Ronni Hammer nú situr í borgarstjórasessinum.
Einki verður sagt um, hvussu leingi Ronni Hammer sleppur at sita í heita stólinum.