Ronaldo á vøllin fyri AC Milan

Brasilski álopsspælarin Ronaldo spældi fyri fyrstu ferð fyri AC Milan um vikuskiftið. Ronaldo skifti í januar mánaði frá Real Madrid til AC Milan at spæla. Sunnudagin sat Ronaldo á beinkinum, tá ið AC Milan spældi ímóti Livorno. Í hálvleikinum var støðan 1-1, men í seinna hálvleiki gjørdi Marek Jankulowski sigursmálið hjá Milan. Ronaldo kom á vøllin, tá ið ein hálvur tími var eftir at spæla, men hann skoraði ikki í fyrstu royndini.