Ronaldo óður um útskifting

Hugdi ikki upp á Zinedine Zidane

Real Madrid spældi í gjár 2-2 á útivølli móti Las Palmas. Mest umrødda støðan í dystinum var, tá Cristiano Ronaldo bleiv útskiftur tjúgu minuttir fyri tíð við støðuni 2-1 til Real Madrid.

 

Evropameistarin tóktist alt annað enn nøgdur við útskiftingina. Hann mutlaði fyri seg sjálvan á veg út, og hugdi ikki upp á venjaran, Zinedine Zidane, tá hann tók í hondina á honum. Løtu seinni javnaði Las Palmas.

 

Eftir 16 sigrar upp í slag, so hevur Real Madrid spæld tveir javnleikir. Marco Asensio og Karim Benzema skoraðu málini. Miðlarnir í Spania skriva annars, at Gareth Bale skal ynskja eitt skifti aftur til Premier League.

 

FC Barcelona greiddi sín setning í norðurspania, har teir spældu móti Sporting Gijón. Á sama leikvøllinum, sum Jens Kristian Hansen skoraði fyri føroyska landsliðið móti Spania í 1997, vann Barcelona 5-0.

 

Uttan skadda Lionel Messi skoraði Neymar tvey, meðan Luis Suarez, Rafinha og Arda Turan skoraðu eitt í part.

1

Real Madrid

6

4

2

0

15

6

9

14

2

Barcelona

6

4

1

1

19

6

13

13

3

Athletic Bilbao

6

4

0

2

9

6

3

12

4

Sevilla

6

3

2

1

11

9

2

11

5

Las Palmas

6

3

1

2

14

11

3

10

6

Eibar

6

3

1

2

8

6

2

10

7

Atletico Madrid

5

2

3

0

11

2

9

9

8

Villarreal

5

2

3

0

6

3

3

9

9

Real Betis

6

2

2

2

8

11

-3

8

10

Real Sociedad

6

2

1

3

8

9

-1

7

11

Leganes

6

2

1

3

6

10

-4

7

12

Sporting Gijon

6

2

1

3

5

14

-9

7

13

Alaves

5

1

3

1

4

4

0

6

14

Valencia

6

2

0

4

9

12

-3

6

15

Deportivo La Coruna

5

1

2

2

3

4

-1

5

16

Espanyol

5

1

2

2

9

12

-3

5

17

Malaga

6

1

2

3

5

8

-3

5

18

Celta Vigo

5

1

1

3

3

8

-5

4

19

Granada

5

0

2

3

6

12

-6

2

20

Osasuna

5

0

2

3

4

10

-6

2