Tað ljóðar fyri vist, at Cristiano Ronaldo verður seldur til Juventus í næstum. Tað skriva fleiri altjóða miðlar í hesum døfum. Ein teirra er Luna Christofi, sum í nógv ár hevur starvast hjá TV3, har hon mangan hevur havt góðar keldir í júst Real Madrid.
Nú sigur hon við BT, at tað er eins víst og amen í krikjuni, at Cristiano Ronaldo skiftir frá Real Madrid til Juventus. Søgurnar siga, at talan verður um eitt skifti fyri áleiði 800 milliónir til eina milliard krónur.
Sagt verður at ein av orsøkunum er, at Cristiano Ronaldo og forsetin í Real Madrid, Florentino Perez, ikki kunnu einast. Millum annað fær Cristiano Ronaldo ikki eins nógv í løn, sum Lionel Messi (FC Barcelona) og Neymar Jr (PSG).
Tað hevur eisini ljóðað, at skiftið skal blíva kunngjørt í morgin, sum 7. juli. Tað vil siga 7/7, og at Cristiano Ronaldo skal spæla í nummar 7. Cristiano Ronaldo er í dag 33 ára gamal. Hann bleiv í 2009 heimsins dýrasti spælari, tá hann skifti frá Manchester United til Real Madrid.