Cristiano Ronaldo er í løtuni heimsins besti fótbóltsspælari. Hann kan tykjast sjálvsøkin og hástórur, men hann hevur so sanniliga eisini tíð til sínar fjepparar. Tað prógvaði hann til landsdyst í Russlandi, tá maskotturin til dystin var ein ung genta í rullistóli. Hon fekk bæði muss og jakkan hjá Cristiano Ronaldo.
Les eisini: Jónas fekk selfie við Ronaldo
Hann var eisini hugagóður og blíður, tá hann fyrr í ár var í Føroyum. Hann gav sær bæði tíð at taka myndir og signera troyggjur. Tíverri var hann ikki so blíður á vøllunum, tí Portugal vann ikki minni enn 6-0.
Portugal spælir í løtuni “Mini HM”, sum er í Russlandi. Portugal er komið í hálvfinaluna, eftir at Crostiano Ronaldo tryggjaði Portugal ein 1-0 sigur á Russlandi. Portugal skal spæla móti Meksiko í hálvfinaluni.
Føroyar skulu spæla móti Portugal 31. august. Dysturin verður í Porto í Portugal.










