Ronaldo stútaði Barcelona umkoll

Real Madrid er spanskur steypavinnari. Cristiano Ronaldo skoraði einsamalla málið í 102. minutti, eftir at tað stóð á jøvnum eftir vanliga leiktíð. Fyri fyrstu ferð í trý ár hevur Real Madrid vunnið eitt gullheiðursmerki. Teir runnu annars aftaná Barcelona tað mesta av dystinum, men við málið í fyrra hálvleiki av umdystinum, vann Real Madrid Copa del Rey í kvøld.

 

Fyrri hálvleikur var merktur av nógvum feilavleveringum og fríspørkum. Barcelona hevði stórar trupulleikar við at skapa málmøguleikar, meðan Real Madrid hótti við skjótálopum. Nærmastur kom Pepe, ið stútaði á stongina eftir innlegg úr høgru. Bólturin rakti stongina og fór framvið málinum.

 

Seinni hálvleikur byrjaði upp á sama hátt. Barcelona megnaði ikki at skapa tað stóra, meðan Real Madrid hótti við mótálopum. Miðskeiðis í seinna hálvleiki vaknaði Barcelona. Fyrst hevði Barcelona bóltinum í málinum, men Pedro var rangstaddur. Løtu seinni høvdu Lionel Messi, Pedro og Andres Iniesta royndir á mál, men Iker Casillas í Real Madrid málinum bjargaði hvørja ferð. Tríggjar minuttir fyri vanliga leiktíð, hevði Ronaldo ein møguleika at avgera dystin, men Dani Alves kom í vegin.

 

Í umdystinum helt Barcelona fram at hava bóltin, meðan Real Madrid við Cristiano Ronaldo á odda hótti við skjótálopum. Fyrst skjeyt hann beint framvið, men í 102. minutti lá betri fyri. Eftir innlegg úr vinstru var Cristiano Ronaldo hægstur og stútaði Real Madrid á odda. Í evstu løtu fekk Angel Di Maria sítt seinna gula kort.

 

Real Madrid vann seinast Copa del Rey í 1993.

 

Copa del Rey finalan:

 

Real Madrid ? Barcelona 1-0 (longd leiktíð)

1-0 Cristiano Ronaldo, 102