Ronaldo skoraði á Anfield

(Champions League) Real Madrid vann lættan sigur á Liverpool, sum er í trupulleikum

Real Madrid, sum var uttan Gareth Bale, hevði ongar trupulleikar av Liverpool í stóra dystinum í Champions League í kvøld. Real Madrid vann 3-0, sum eisini var hálvleiksstøðan. Cristiano Ronaldo skoraði fyri fyrstu ferð nakrantíð á Anfield. Karim Benzema skoraði hini bæði málini.

 

Bólkur A:

Atletico Madrid hevði ávísar trupulleikar við at niðurbróta svenska múrin hjá Malmø, men tað endaði við tryggum sigri á 5-0. Øll málini komu í seinna hávlleiki. Juventus hevði hinvegin trupulleikar í Grikkalandi og tapti 1-0 fyri Olympiakos.

 

Støðan:

1.     Atletico Madrid 6

2.     Olympiakos 6

3.     Juventus 3

4.     Malmø 3

 

Atletico Madrid – Malmø 4-0

Olympiakos – Juventus 1-0

 

Bólkur B:

Real Madrid gjørdi skjótt av á Anfield. Longu í hálvleikinum var støðan 3-0 til verandi Champions League meistararnar. Serliga fyrsta málið var flott, tá James Rodriguez lyfti bóltin inn um verjuna til Cristiano Ronaldo, sum skoraði sítt mál nummar 70 í kappingini. Hann er nú eitt mál frá metinum hjá Raúl, og eitt mál frammanfyri Lionel Messi.

 

Karim Benzema økti til bæði 2-0 og 3-0 eftir deyðbóltar. Brendan Rodgers skifti í hálvleikinum Mario Balotelli út. Hann prógvaði seg heldur ikki hesaferð. Liðini høvdu møguleikar at fáa mál í seinna hálvleiki, men inn vildi bólturin ikki.

 

Sæð við Liverpool brillum, so kom tað væl við, at Basel ikki vann í Bulgaria móti Ludogorets. Basel fekk ein mann útvístan í fyrra hálvleiki, men tað var ilt at fáa eyga á hví dómarin fór í reyvalumman, tí talan var at síggja til ikki til eitt reytt kort. Ludogorets fekk avgerandi málið í evstu løtu.

 

Støðan:

1.     Real Madrid 9

2.     Ludogorets 3

3.     Liverpool 3

4.     Basel 3

 

Liverpool – Real Madrid 0-3

Ludogorets – Basel 1-0

 

Bólkur C:

Bayer Leverkusen vann 2-0 á Zenit og hevur nú kós móti endaspælinum. Nú kunnu teir í størri mun liva við javnleiki í umvenda dystinum. Benfica tykist hava útspælt sín leiklutinum við málleysum javnleiki í Monaco.

 

Støðan:

1.     Bayer Leverkusen 6

2.     Monaco 5

3.     Zenit 4

4.     Benfica 1

 

Bayer Leverkusen – Zenit 2-0

Monaco – Benfica 0-0

 

Bólkur D:

Arsenal slapp við skrekkinum í Belgia. Teir vóru aftanfyri móti Anderlecht líka til tað seinasta, men við málum frá Kieran Gibbs og Lukas Podolski  vann Arsenal 2-1. Borussia Dortmund vann greitt í Turkalandi móti Galatasaray. Dortmund og Arsenal koma helst víðari í hesum bólkinum.

 

Støðan:

1.     Borussia Dortmund 9

2.     Arsenal 6

3.     Anderlecht 1

4.     Galatasaray 1

 

Anderlecht – Arsenal 1-2

Galatasaray – Borussia Dortmund 0-4