Juventus vann í gjár 1-0 á Valencia í bólkaspælinum í Champions League. Hetta var samstundis dystur nummar 100, sum Cristiano Ronaldo vinnur í meistarakappingini. Tað er met.
Crisriano Ronaldo skifti í summar til italska Juventus, har hann heldur fram at vinna fótbóltsdystir í meistarakappingini. Samanlagt hevur Cristiano Ronaldo vunnið 100 dystir útav 157 møguligum. Hann hevur umboðað feløg sum Manchester United, Real Madrid og nú Juvetnus.
Portugisiska heimsstjørnan hevur longu vunnið kappingina fimm ferðir, og er søguligur toppskjútti við 121 málum. Við sigrinum í gjár hevur Juventus eisini vunnið seg víðari til endaspælið í Champions League.









